Innanlands

Nógvur vindur fyrstu høgtíðsdagarnar

15 til 20 m/s í kvøld, og síðan minkandi vindur fyrrapartin í morgin skírisdag

(Mynd: Føroyar Live)

(Mynd: Føroyar Live)

2024-03-27 19:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógvur vindur verður næstu dagarnar, men fríggjakvøldið minkar vindurin aftur, og síðani verður stilt og meira ella minni turt til annan páskadag tá vindurin vaksur aftur. Tað veit Veðurstova Føroya.

Forsøgn galdandi til hósmorgun
Frískur vindur upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og kavaæl. Seinnapartin veksur vindurin, og í kvøld er hvassur vindur ella skrið, 15 til 20 m/s, samdrigið og regn ella vátakavi. Hitin millum frostmarkið og 8 stig.

Hósdagur
Minkandi vindur fyrrapartin niður í eitt frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, hálv- ella smáskýggjað og sum frálíður ælaveður ella turt. Seinnapartin og um kvøldið veksur vindurin til hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Um náttina veksandi upp í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s, samdrigið og regn ella kavi. Hitin 2 til 8 stig.

Fríggjadagur
Hvassur vindur ella skrið av landnyrðingi, 15 til 20 m/s, samdrigið og regn ella kavi. Seinnapartin strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn ella vátakavi. Um kvøldið og náttina eitt lot, minni enn 6 m/s, hálvskýggjað og ælaveður. Hitin 3 til 7 stig.

Leygardagur
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Hitin 2 til 8 stig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder