Innanlands

Nógvur vindur í dag

Landsverk ávarar um nógvan vind. Á Norðradalsskarði eru hvirlurnar oman fyri 40 metrar um sekundið

2022-11-10 09:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt lágtrýst, sum júst er farið fram við norður um oyggjarnar hevur nógva vind av útsynningi við sær.

Landsverk ávarar um heilt nógvan vind í hæddunum. Á Norðradalsskarði eru hvirlurnar oman fyri 40 metrar um sekundið, og aðrastaðni, eitt nú á Hálsinum í Sandavági og um Gjáarskarð, er er vindmegin oman fyri 30 metrar um sekundið.

Løgreglan hevur enn ikki fingið fráboðan um vindskaðar, tó at onkur hevur ringt inn í morgun og ávarað um leysar takplátur.

Í Skálafirði var so mikið av vindi í morgun, at ein viðfestivognur fór sær ein túr í vindinum, sum myndin omanfyri vísir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder