
Løgregla, kavaruddarar, sløkkiliðsfólk og bjargingarfólk høvdu úr at gera við at hjálpa fólki í gjár og í gjárkvøldið.
Av politistøðini frættist, at telefoni kimaði út í eitt í alt gjárkvøldið frá fólki, sum boðaðu frá vind- og kavaskaða og høvdu tørv á hjálp. Eftir umleið hálvgun tólvtíðina í gjárkvøldið hasaði tað av við fráboðanum, greiðir vaktleiðarin á politistøðini frá.
Fyrstu fráboðanirnar um stormskaða komu beint áðrenn middag í gjár, tá boðað frá, at ein lastbilur var farin útav. Síðan streymaði tað inn við fráboðanum. Her er nakað av tí, sum hendi:
Kl. 13.30 varð boðað frá, at ein bilførari hevði mist tamarhaldi á bilinum í Leynum.
Kl. 15.30: Klædningurin farin av skúri orsaka av vindi í Froðba
Kl. 15.45: Bilur út av vegnum orsaka av vindi í Kollafirði. Persónur brotið beinið av eini hurð, sum bresi upp av vindinum. Sjúkrabilur boðsendur.
Vindskeið farin av hjalli í Sandavági.
Bussus farin av vegnum oman fyri Hov í Suðuroynni. Har var so nógvur vindur, at ein hvirla flutti bussin fleiri metrar út av vegnum.
Í Trongisvági fór eitt finda í sethúsakjallara.
Boðað varð frá flúgvandi lutum í Fuglafirði
Bilur koyrdur ella fokin útav í Kollafjarðardali.
Klædningur farin av skorsteini á Eiði
Bilur koyrdi á skelti í rundkoyring á Argjum, orsaka av hálku.
Jólaprýði sløddist í vindi á Karlamagnusarbreyt á Karlamagnusarbreyt.
Takpláta leys í Vestmanna
Um 19 tíðina var telefonstormur á politistøðini frá bilum, sum boðaðu frá, at ljósskipanin á vegakrossinum í Hoydølum virkaði ikki. Tað lýsti reytt alla tíðina, so bilar, sum skuldu inn í býin stóðu og bíðaðu.
Húsaklædningur rivin í Fuglafirði. Eisini ein húsatekja við at ríva.
Húsatekja fleyg oman í bygdina í Sørvági.
Neystahurð farin í Fuglafirði.
Um 21.30 varð boðað frá, at tekjan var við at ríva í dansistovuni Glæmuni í Kvívík. Sí myndirnar her
Soloóhapp í Kollafirði orsaka av hálku og vindi. Tá ein hvirla kom, gleið bilurin av vegnum – ongin mansskaði.
Takpláta fór av gamla EB-húsinum/dansistovuni á Eiði.
Í gjárkvøldið rendi ein bilur seg fastan á Velbastaðhálsi og sperraði anðra vegbreytina. Bilførurin var farin at hyggja at veðrinum. Fekk boð um at syrgja fyri at fáa bilin leysan aftur.
Í Sørvági var hurðin á einum bilhúsi farin í knús.
Í Haldórsvík var eitt neyst við at fara í vindi og brimi.
Vindskeið leys á Viðareiði.
Eftir midnátt komu onkrar fráboðanir eisini viðvíkjandi leysum lutum í vindi í Havn.
Buldur í nátt í Havn. Leysar takplátur. kl. 3 í nátt
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað bara er í Havn, at rátt verður frá at fara út í ferðsluna, tí kavaruddararnir ikki hava megnað at halda vegirnar fríar fyri kava.
- Sjálvt her uttan fyri politistøðina standa bilarnir fastir í kavafonnunum, sigur vaktleiðarin.
Landsverk boðar frá, at koyrandi eru eftir landsvegunum. Undantakið eru vegirnar til Gjáar, Oyndarfjarðar, um Velbastaðháls og til Syðradals.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald