2019-09-14 17:43
Veðurstovurnar lova nógvan vind í kvøld og í nátt. Vindstyrkin liggur um 23 metrar um sekundið, men tað kann vera væl meira í hvirlunum.
Veðurstøðirnar hjá Landsverki máta nógvan vind. Á Oyndarfjarðarvegnum, Gjáarvegnum og á oyggjarvegnum við Norðadalsskarð eru omanfyri 50 metrar um sekundið.
Sambært veðurstovunum minkar vindurin ikki fyrr enn út á morgunin, um átta tíðina í morgin fyrrapart.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald