Nokia er søga. Felagið, sum eigur navnið, HMD Global, boðar frá, at tey gevast við Nokia.
Tað skrivar Tek.no.
Síðst í 90unum og fyrst í 00unum vóru tær allastaðni, finsku Nokia telefonirnar. Nokia í harðari kapping við Sony Ericsson átti stóran part av marknaðinum, men kláraði ikki at fylgja við, tá Apple og aðrir spælarar komu við snildfonunum.
Nokia seldi rættindi til telefonmerkið til HMD Global í 2016, og síðan hevur verið roynt at gjørt bíligar telefonfonir, sum minna um væl umtóktu telefonirnar.
Ein av teimum var telefon við navninum 3310 frá 2017, sum var ein eftirgerð av stórseljaranum frá 2000. Tað hevur ikki eydnast, og nú er avgerð altso tikin um, at tað ikki vera gjørdar fleiri Nokia-telefonir.
Nokia átti 50 prosent av telefonmarknaðinum í 2007. Longu í 2013 átti Nokia bara trý prosent av marknaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald