500 fólk luttóku í nýggja, lógarkravda grundlógarhátíðarhaldinum, sum í gjár varð hildið á ráðhúsinum í Keypmannahavn.
Talan er um eitt hátíðarhald, sum øll skulu gjøgnumføra, um tey ynskja at gerast ríkisborgarar. Undir hátíðarhaldinum skulu tey taka í hondina á einum umboði hjá kommununi, og í gjár vakti ein maður ans, tá hann noktaði at gera hetta.
Sambært Jyllands-Posten hevði maðurin, eins og hini, staðið og bíðað í ein tíma eftir at sleppa inn, men tá hann slapp framat, lat hann bert tað skjalið inn, sum hann, hevði fingið útflýggjað frá Útlendingamálaráðnum og fór avstað aftur.
Sostatt fekk maðurin ikki játtað danskan ríkisborgaraskap í hesum umfarinum, og hevur hann nú upp til tvey ár at gjøgnumføra grundlógarhátíðarhaldið, um hann vil sleppa undan at søkja um ríkisborgaraskap umaftur.
Tað var fyrrverandi danska stjórnin, sum kom við "lógvatakslógini", sum elvdi til nógv kjak. Lógin varð samtykt í 2018, og í januar 2019 varð skipað fyri fyrsta grundlógarhátíðarhaldinum, har Inger Støjberg, táverandi ráðharri í útlendingamálum, var vertur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald