Flogferðslan er nógv tarnað av illfýsna veðrinum sum er í dag.
Flogfarið til Keypmannahavnar fór avstað klokkan 08:20 í morgun, men flogfarið til Keflavíkar, Billund og seinna flogfarið til Keypmannahavnar í dag eru avlýst.
Beinur sunnan er keðilig ætt til flogferðslu í Vágum.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, segði við útvarpið kl. 9, at eitt tómt flogfar skal koma til Føroya fyrrapartin, og fær tað lent, verður roynt at fáa Gran Canaria avstað seinnapartin.
Nøkur túsund ferðafólk eru ávirkaði av avlýsingunum.
- Tey hava fingið boð umvegis sms og halda seg kunnaði gjøgnum heimasíðuna hjá okkum. Tey hava fingið boð um, at vit flúgva aftur í morgin, segði Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, við útvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald