Mentan

Nóllywood fyri tíggjundu ferð  

Ungdómar eru aftur farin til Nólsoyar á summar filmslegu, og eyðkenda skeltið er sett upp

2019-07-02 08:10 Author image
Innsent
placeholder

Klippfisk skipar fyri filmssummarskúlanum Nóllywood fyri 10. ferð í ár. Í gjárkvøldið settu ungu filmsspírarnir hjá Klippfisk eyðkenda Nóllywoodskeltið upp saman við nólsoyingum.

Skeltið, sum nólsoyingar hava bygt, er heili 3 metrar høgt og 26 metrar breitt. 

Teir 16 luttakararnir á Nóllywood eru fluttir til Nólsoyar í 10 dagar, har teir fáa undirvísing í filmsframleiðslu og síðan framleiða teir stuttfilmar í felag. 

Filmarnir verða vístir í Royndarhúsinum í Nólsoy mikudagin 10. juli kl. 17. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder