2019-04-17 19:33
Páskaaftan bjóða nólsoyingar aftur heim í stovurnar til góðan akkustiskan tónleik.
Tey handan HeiMA-festivalin eru klár. Fyrireikingarnar hava gingið gott, og nú manglar skjótt bara at tey 10 heimini, sum leygardagin fara at hava til samans 20 konserttir, eru klár at bjóða gestunum inn.
Hetta er fjórða árið sum HeiMA-festivalurin er í Nólsoy, og í Nólsoy gleða tey seg til at fáa fremmandagestir í stovurnar at lurta eftir góðum tónleiki. Og tey flestu heimini hava verið við øll fýra árini.
Veðurforsøgnin er góð fyri páskaaftan, so tað verður ein hugnaligur dagur at vera í Nólsoy í ár. Lagt er til rættis, so gestir kunnu koma úr Havn allan dagin, og seinasti túrurin við Ternuni er umleið klokkan 22.50 leygarkvøldi, aftaná at aeinasta stovukonsertin hevur verið.
HeiMA er einfalt sagt 10 tónleikanøvn sum framføra 2 akkustiskar konsertir í part á umleið 43 min í 10 Nólsoyarheimum.
Tey 10 tónleikanøvn sum eru við í ár eru:
* Ladybirds (úr Fríslandi)
* Sámal Ravnsfjall
* 200
* Herborg Torkilsdóttir
* Hallur Joensen
* Frodi Bjarnason
* KATA
* Lena Andersen
* Ranchus
* Signar í Homrum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald