Tónleikur, matur og drekka verður í Vágsbotni klokkan 11 í dag, tá royndarverkætlanin at nýskipa allan Vágsbotn verður sýnd fram.
(Mynd: Sámal Bláhamar)
Borgarstjórin fer at halda røðu og avdúka nýggju staðsetingina av standmyndini av Nólsoyar Pálli. Havnar Harmonikufelag spælir.
Í eini royndarverkætlan hevur Tórshavnar kommuna nýskipað alt Vágsbotn sum eitt innbjóðandi og miðsavnandi býarrúm til trivnað, mentan og uppihald.
Eisini er nýtt miðsavnandi upphaldsøki bygt og nærum 100 metrar av hugnaligari og vakrari træbryggju er gjørd framvið fiskatorginum og suðureftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald