
Higartil liggja ætlaninar hjá nývalda býráðsmeirilutanum í Tórshavnar kommunu í høvuðsheitum á einum yvirskipaðum støði.
Í dag varð drúgva samgonguavtalan hjá Javnaðar- og Sambandsflokkinum í Tórshavnar býráð, “Býráðið fyri borgaran”, løgd fram fyri fjølmiðlunum.
Ikki so nógvar konkretar ætlanir verða nevndar í avtaluni, sum heldur seg á tí meira yvirskipaða, tí økini skulu kannast og lýsast fyrst, sum býráðspolitikararnir orðaðu seg.
Men okkurt konkret var tó at frætta.
Eitt nú, at “Nólsoyar Páll skal ikki goymast burtur – hann skal setast uppaftur beinanvegin”, varð sagt av bæði borgar- og varaborgarstjóra. Akkurát hvussu og hvar tað verður gjørt, varð ikki sagt beinleiðis, men tað verður í Vágsbotni onkrastaðni.
Eitt annað rættiliga konkret mál var, at “samráðingarnar við IRF um samanlegging støðga frá í dag at rokna!”.
Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum var so bastandur í síni útsøgn. Hann segði, at ætlanin er framhaldandi at søkja samstarv við kommunurnar í IRF um loysnir á økinum við burturkasti. Men tað verður ikki talan um samanlegging, sum undanfarna býráðssamgonga hevur lagt upp til.
Í hesum sambandi varð upplýst, at núverandi brennistøð á Hjalla megnar at koyra víðari fram til 2030 og tí skulu fyrireikingar til nýggja brennistøð gerast samstundis sum arbeitt verður víðari við ætlanum um meira endurnýtslu og aðrar umskipanum á økinum.
Meira um samgonguavtaluna seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald