
- Ternan verður liðug um ikki so langa tíð, og so verður hon sett í sigling. Tað er Ternan, sum skal taka sær av vetrarsiglingini um Nólsoyarfjørð, svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í strandferðslumálum í svari upp á ófráboðaðan fyrispurning í tinginum frá Anniku Olsen fyrrapartin.
Men sum heild skal ein nýggj ferja til, og tað vísir seg at vera trupult. Nógvar ferjur eru til sølu, men eingin av teimum lýkur tey krøv, sum okkara farvatn setur, segði landsstýrismaðurin.
- Tað hevur verið ein avbjóðandi vetur at hava sitið sum landsstýrismaður fyri Strandferðsluna. Eg eri harmur um hvussu tað hevur verið, men vit gera hvat vit kunnu, við tí vit hava, segði Jørgen Niclasen.
Hann greiddi frá, at Heðin Mortensen umvegis eitt lesarabræv hevði biðið um ein fund um málið, og tað skuldi hann eisini fáa.
Og er tað soleiðis at Tórshavnar kommuna ynskir at yvirtaka leiðina, so tosa vit fegin um tað, segði Jørgen Niclasen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald