Innanlands

Nólsoyingar í Sjórænaramálinum fríkendir

Føroya rættur fríkendi nólsoyingar í tveimum av trimum ákærum

Teir fimm, Beinir Poulsen, Edvard J. Skúvadal, Terji Rassmusen, Róin Róin Joensen og Anfinn Nielsen, fegnaðust um fríkenningina (Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)

Teir fimm, Beinir Poulsen, Edvard J. Skúvadal, Terji Rassmusen, Róin Róin Joensen og Anfinn Nielsen, fegnaðust um fríkenningina (Mynd: Evy Toftegaard Nielsen)

2025-01-30 13:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríkendir í ákærunum at hava forða løgregluarbeiði og fríkendir fyri at hava afturhildið Ternuna, men dømdir sekir í at hava órógvað almenna friðin.

Tað var niðurstøðan í Føroya rætti í dag, tá dómur fall í Sjórænaramálinum. Hetta veit Frihedsbrevet.fo, sum hevur fylgt málinum.

Málið, sum hevur verið fyri í rættinum hesa vikuna, snýr seg um eitt mótmælistiltak í Nólsoy í september 2019. Nólsoyingar vóru misnøgdir við, at Ternan varð tikin úr sigling, tí hon skuldi avloysa Teistan á Sandoyarleiðini.

Nólsoyingar sperraðu millum annað ferjuleguna, so Ternan ikki slapp til Havnar aftur. Ternan lá við bryggju í nógvar tímar og ferðafólk sluppu hvørki í land ella umborð.

Fimm menn vóru ákærdir í málinum.

Sambært Frihedsbrevet.fo fingu menninir eina revsing at rinda 10 dagbøtur á 500 krónur, samanlagt 5000 krónur. Revsingin fall burtur tí málið er so gamalt og sakarmálskostnaðin skulu teir ákærdu heldur ikki rinda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder