Innanlands

Nólsoyingar mótmæla: Hava hertikið Ternuna

Vísa sína ónøgd við at Ternan verður tikin frá teimum í tíð og ótíð

(Mynd: Torben Nielsen)

(Mynd: Torben Nielsen)

2019-09-01 18:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ternan skal í morgin í sigling millum Gomlurætt og Skopun. Sostatt mugu nólsoyingar noyðast við Jósup næstu tvær til tríggjar vikurnar meðan Teistin er á beding.

Men tað finna nólsoyingar seg ikki í. Tá Ternan kom út til Nólsoyar klokkan 16:40 bleiv skipað fyri einum mótmælistiltaki, og teir kapraðu Ternuna. Eini 200 til 300 fólk stóðu tá á keiini og mótmæltu.

Eisini vóru endar settir á skipið, og innsiglingin er stongd við at endar eru settir á báðar kisturnar.

Sum skilst er rampan enn ikki farin niður, og fólkini sum komu úr Havn klokkan 16:40 eru enn umborð á Ternuni.

Tað ljóðar at løgreglan er ávegis út til Nólsoyar, at syrgja fyri at Ternan sleppur frá landi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder