Innanlands

Noomi nýggjur kvøldskúlaleiðari á Tvøroyri

Fyrsti arbeiðsdagur er mánadagin 30. oktober

Noomi Michelsen Dimon (Mynd: Tvøroyrar kommuna)

Noomi Michelsen Dimon (Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2024-09-27 14:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á býráðsfundir í gjár tók Tvøroyrar Býráð einmælt undir við at seta Noomi Michelsen Dimon sum kvøldskúlaleiðara í Tvøroyrar kommunu.

Noomi Michelsen Dimon er 31 ára gomul og av Tvøroyri. Hon býr til dagliga í Vági, saman við manninum og teirra tveimum børnum. Hon er útbúgvin cand.mag. í søgu og samfelagsfrøði og hevur áður m.a. undirvíst á Miðnámsskúlanum og Heilsuskúlanum í Suðuroynni. Eitt tíðarskeið var Noomi eisini í avloysarastarvi á Kunningarstovuni á Tvøroyri.

Arbeiðið á Kunningarstovuni dámdi Noomi Michelsen Dimon so mikið væl, at hon gjørdi av at søkja starvið sum kvøldskúlaleiðari. Noomi Michelsen Dimon sigur, at henni dámdi væl møguleikan starvið kundi geva henni at gera ein mun og at skapa nakað fyri borgarunum í heimstaðnum.

Fyrsti arbeiðsdagur er longu mánadagin 30. oktober og Noomi Michelsen Dimon er sera spent upp á at koma í gongd. Nú er tað rættuliga seint á árinum at hon er sett sum leiðari, tí fer komandi tíðin fyrst og fremst við at fáa tey kvøldskúlaskeiðini upp at standa, ið fólk eru von við eru á skránni.

Noomi Michelsen Dimon sigur, at hon fer at nýta ta tíð ið skal til, fyri at seta seg ordiligt inn í mannagongdirnar. Fólk skulu tí ikki vænta nakað kollveltandi í kvøldskúlanum beinanvegin nú í heyst. Hon hevur tó stórar ætlanir fyri framman og longu fyrst í komandi ári vónar hon at byrja at seta síni fingramerki á framtíðarætlanirnar hjá kvøldskúlanum, skrivar Tvøroyrar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder