Innanlands

Norð Festivalurin nærkast at vera útseldur

Áhugin fyri ársins Norð Festival á Viðareiði hevur verið metstórur, og nú eru undir 400 atgongumerki eftir. Fyriskipararnir siga, at tað als ikki er óhugsandi, at festivalurin verður útseldur, áðrenn fyrsta lagið verður spælt leygardagin.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-28 13:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin 29. august verður Viðareiði aftur karmur um Norð Festival, og nú fáir dagar eru eftir, sæst veruliga á atgongumerkjasøluni, at fólk kring landið hava sett kross í kalendaran.

Undir 400 atgongumerki eru nú eftir, og sølan hevur gingið sera væl seinastu dagarnar.

– Vit eru ómetaliga glað og takksom fyri áhugan. Tað hevur verið nógv ferð á søluni, og nú eru bert nøkur hundrað atgongumerki eftir. Heldur sølan fram í sama lag, er tað als ikki óhugsandi, at Norð Festival verður útseldur, siga fyriskipararnir.

D-A-D á odda fyri stórari skrá
Norð Festivalurin hevur í ár eina fjølbroytta skrá við bæði stórum útlendskum og føroyskum nøvnum.

Stóra høvuðsnavnið er legendariski danski rokkbólkurin D-A-D, sum fer á pall leygarkvøldið. Eisini verða millum onnur Hallur Joensen við bólki, Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen og Kim Hansen, Herborg Torkilsdóttir, Finnur Koba og Páll Oddur Rubeksen og Rani Nolsøe at hoyra.

Men Norð Festivalurin er meira enn tónleikur. Festivalurin bjóðar ein heilan dag á Viðareiði við barnalandi, camping, mati og festivalstemningi í serstøku náttúruni norðuri á Viðareiði.

Ókeypis bussar koyra eisini úr Klaksvík til Viðareiðis regluliga gjøgnum dagin og náttina, og náttarbussur verður eisini suður til Havnar eftir festivalin.

Veðurvánirnar økja um áhugan
Veðrið hevur sjálvsagt nógv at siga, tá ein stórur partur av upplivingini er undir opnum himli, og fyriskipararnir hava eisini lagt merki til, at veðurvánirnar hava sæð hampiliga góðar út upp undir festivalin.

– Tá veðurvánirnar síggja lovandi út, merkist tað ofta beinanvegin á áhuganum. Vit halda heilt avgjørt, at tað eisini er við til at geva søluni eitt eyka skump nú upp undir vikuskiftið, siga fyriskipararnir.

Veðurforsagnir í Føroyum kunnu sjálvsagt broytast skjótt, men fyrireikingarnar á Viðareiði eru væl ávegis, og fyriskipararnir gleða seg nú til at taka ímóti festivalgestum úr øllum landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder