Mentan

NORD: Pappírsbók – samvirkin bók – ljóðbók – undirvísingartilfar

Camille Hübbe frá myndprýddu ungdómsskaldsøgu síni NORD

2019-05-22 08:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 24. mai í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum greiðir danski rithøvundurin Camille Hübbe frá myndprýddu ungdómsskaldsøgu síni NORD, sum kom út í 2017. Bókin hevur fingið sera góð ummæli í donskum miðlum og bleiv av Statens Kunstfond kosin at vera millum 10 tær bestu donsku bøkurnar í 2017. Bókin finst sum pappírsbók, men hon finst eisini sum eitt heilt nýtt slag av bók – sum samvirkin bók. Undirvísingartilfar vendir sær til 6.-9. flokk. Bókin verður eisini tøk sum ljóðbók.

Í bókini rennur umhvørviskreppan í samtíðini saman við norrønu gudalæruna í eini fangandi frásøgn. 14 ára gamla gentan Nord kemur til Niflheim og sær, at ein óndur dreki er í holt við at oyðileggja Yggdrasil, lívsins træ. Heimurin er um at ganga undir, og bara hon kann bjarga honum.

Rasmus Meisler hevur myndprýtt bókina. Rannvá Næs Hoydal týðir í løtuni bókina til føroyskt, og Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám geva út.

Síggj brellbita av samvirknu bókini her: https://danskidybden.gyldendal.dk/genrer_i_dybden/intermedial_litteratur/nord.aspx

- Bókadeild Føroya Lærarafelags

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder