
Eftirspurningurin eftir el- og hybridbilum hevur verið vaksandi seinastu árini, og tí hevur nýggi stjórin í Nordcar lagt seg eftir at víðka um útboðið av bilmerkjum.
Umframt at Nordcar í fleiri ár hevur umboðað bilmerkini BMW, MINI, Fiat, Fiat Professional, Jeep og Alfa Romeo, hevur Nordcar nú eisini valt at bjóða viðskiftafólkunum nýggju elbilarnar frá Maxus.
- Maxus er eitt spennandi merki, sum bara gera 100% elektriskar bilar – bæði til privat- og vinnukundar. Vit hava fingið tann fyrsta el-persónbilin heim, og vit eru sera væl nøgd við bæði góðsku og koyrieginleikar, sigur Palli Skorheim, og leggur afturat, at fyrstu vørubilarnir frá Maxus skjótt verða at síggja í túninum hjá Nordcar.
- Vit eru sera væl nøgd við samstarvið við Maxus, sum longu hevur fleiri ára royndir í Norðanlondum við Maxus EV80 og e-Deliver3, sigur Palli Skorheim. T.d. brúkar IKEA EV80 til at koyra vørur út. EV80 hevur eitt vørurúm á 11,6 m3, og e-Deliver3 hevur eitt vørurúm á ávikavíst 4,8 m3 og 6,3 m3. Við Maxus hava vit fingið fleiri støddir av arbeiðsbilum við stórum battaríum, longum røkki og góðari góðsku.
- Tíðirnar eru broyttar, og vit síggja eitt vaksandi úrval av bæði el- og hybridbilum frá flest øllum veitarum. BMW hevur nýliga boðað frá at nýggi iX verður tøkur seinni í ár, og iX3 og ein røð av hybridbilum í ymiskum støddum er longu tøkir. Fiat kom eisini fyri stuttum við sínum fyrsta elbili, Fiat 500e, sum er ein sjarmerandi býarbilur, sigur Palli Skorheim.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald