Innanlands

Nordea-fonden ynskir at gera íløgur í føroyskar verkætlanir

Umboð fyri grunnin hevur verið á Christiansborg fyri at leita sær vitan og íblástur um føroyskar verkætlanir, ið grunnurin kann stuðla

Edmund Joensen og Henrik Lehmann Andersen

Edmund Joensen og Henrik Lehmann Andersen

2022-03-02 18:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

“Vit vilja fegin gera fleiri íløgur í Føroyum”. Tað vóru boðini frá Henrik Lehmann Andersen, stjóra í Nordea-fonden, til Edmund Joensen, fólkatingslim fyri Sambandsflokkin, í vikuni.

Stjórin í einum av heilt stóru grunnunum í Danmark, var herfyri á fundi við Edmund Joensen á Fólkatingi.

Henrik Lehmann Andersen hevði umbiðið fundin av tí orsøk, at grunnurin ynskir at gera fleiri íløgur í føroyskar verkætlanir.

Nordea-fonden er ein grunnur, ið hevur eitt almannagagnlig og vælgerandi endamál. Grunnurin gevur á hvørjum árið eina heilt stóra upphædd til endamál, ið styðja tað góða lívið innan heilsu, rørslu, náttúru og mentan, og eisini verður stuðul latin til lestrarvist í útlandinum.

Í 2022 er fíggjarætlanin fyri verkætlanarstuðli á 550 milliónir krónur.

Higartil hevur Nordea-fonden bert gjørt íløgur í Danmark og eisini eitt sindur í Grønlandi.

- Tað mugu vit gera okkurt við. Stundin er komin at økja virksemið í Føroyum, segði Henrik Lehmann Andersen.

Tí bað hann um fundin við Edmund Joensen, har hann ynskti at fáa íblástur til føroyskar verkætlanir, ið hava tørv á stuðuli.

- Tað er sera gleðiligt, at Nordea-fonden, sum er ein av størstu donsku grunnunum, vísir áhuga fyri Føroyum og føroyskum verkætlanum. Vit høvdu eitt gott prát, og eg segði frá teimum verkætlanum, sum eg veit um. Men har eru uttan iva nógvar verkætlanir, sum eg ikki veit um, og tí vil eg heita á føroyingar um at leggja sær í geyma, at tað ber til at søkja um stuðul frá Nordea-fonden seinni í vár, tá latið verður upp fyri umsóknum, sigur Edmund Joensen.

Nordea-fonden stuðlar bæði smærri og størri verkætlanum, og meira kann lesast um grunnin, og hvørjar verkætlanir grunnurin letur stuðul til, á heimasíðuni hjá grunninum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder