Uttanlands

Nordea hevur hvíttað milliardir av krónum

Deildin hjá Nordea á Vesterport í Keypmannahavn varð fram til 2014 brúkt til umfatandi hvítting

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2019-03-04 16:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Deildin hjá stóra norðurlendska bankanum Nordea á Vesterport í Keypmannahavn er miðdepil í einum stórum máli um hvítting av pengum, sum nú verður avdúkað.

Tað eru fleiri altjóða miðlar, sum í dag skriva um málið. Teirra millum er danska blaðið Berlingske og finska sjónvarpsstøðin YLE, og søgurnar verða bygdar á ein leka av dátum til journalistafelagsskapin Organized Crime and Corruption Reporting Project (OCCRP).

Nordea skal hava hvíttað fyri minst 700 milliónir evrur – svarandi til 5,2 milliardir krónur – gjøgnum deildina á Vesterport, skrivar YLE.

Frá 2004 til 2014 høvdu yvir 260 feløg í skattaskjóli og sokallað skuffufeløg kontur í deildini hjá Nordea á Vesterport, sum tók sær av altjóða handli. Feløgini, fleiri av teimum russisk, hava í eina tíð staðið fyri illgrunasomum flytingum fyri fleiri hundrað milliónir krónur.

Julia Galbo, sum er sokallaður risiko-ovasti hjá Nordea váttar fyri Berlingske, at tað eru hend ting í Vesterport-deildini, ið ikki áttu at verið hend.

- Vit vilja ikki misbrúkast til hvítting ella annað lógloysi. Um so er, at vit eru brúkt av russiskum oligarkum til hvítting, so harmast vit um tað og taka frástøðu frá tí, sigur hon vil Berlingske.

YLE hevur skrivað á heimasíðuni fyrr í dag, at tey fóru at avdúka hvussu fleiri milliónir evrur frá illgrunasomum keldum, eru fluttar umvegis Nordea.

Hetta fekk partatabrævið hjá bankanum á falla yvir seks prosent á svenska keypsskálanum í morgun. Fallið støðgaði tó, og kvinkaði upp aftur til eitt fall á fýra prosent, skrivar tv2.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder