Tað hevur í longri tíð verið nærum ógjørligt hjá Nordfra Danmark at levera fisk til kundarnar til tíðina við bara einum bili, og tí hevur felagið nú keypt ein bil afturat.
Summar dagar eru so nógvir ordrar og stórur eftirspurningur eftir føroyskum fiski, at vøksturin hevur verið tarnaður av, at einans ein bilur var til taks. Avstandirnir eru stórir, og tað tekur drúgva tíð at levera fiskin til tíðina. Serliga í Jyllandi og Sjællandi er hetta ein trupulleiki. Ofta hevur verið neyðugt at koyra eykatúrar, og tað hevur mangan verið keðiligt hjá kundunum at bíða leingi eftir vøruni. Eisini hjá sjafførunum hava dagarnir ofta verið ov langir.
- Vit gleða okkum sera nógv til størri fleksibilitet og til teir øktu møguleikarnar, sum fylgja við at hava tveir bilar, sigur Poul Martin Petersen, ið rekur fyritøkuna í Danmark.
Herfyri fekk Norðfra Danmark eisini størri goymslu og kann tí hava meir fisk liggjandi. Áðrenn hetta var javnan útselt og vónleyst at nøkta eftirspurninginum.
- Fólk eru veruliga við at fáa eyga á ta heilt serligu góðskuna, føroyski fiskurin hevur. Atgongdin til føroyskan fisk er við til at broyta hugburðin hjá dønum til tað at eta fisk. Føroyingar eta nógvan fisk og eru í øllum Danmark rættiliga góð umboð fyri vøruna. Har føroyingar búgva, koma alsamt fleiri kundar í grannalagnum. Tað sama ger seg galdandi har føroyavinir búgva og vit eru sera takksom fyri allan hendan stuðulin, sigur Poul Martin.
- Nógv hugskot eru nú á borðinum um teir ymisku møguleikar, ið nú eru, og teimum fara vit at hyggja at í komandi árinum. Í løtuni fer øll tíð og orka við jólasølu- og marknaðum. Hetta er ein stórur dagur og vit í Nordfra gleða okkum til ta komandi tíðina, sigur Poul Martin at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald