Innanlands

Norðfra vørur góða undirtøku í Danmark

Danski privatkundamarknaðurin er øðrvísi enn tann føroyski - men kundatalið veksur støðugt

2021-02-27 09:14 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

– Í løtuni selja vit størru helvtina av okkara vørum í Føroyum, men parturin í Danmark er vaksandi, sigur Kaj Otto Frederiksberg, stjóri í Norðfra.

Á Fyn, har virksemið byrjaði, gekst væl at fáa gongd á, men tað krevur sera stórt arbeiði at víðka um kundagrundarlagið víða um í Danmark.

Felagið hevur umleið 11.000 skrásettar privatkundar, sum er gott. Hetta vil kortini ikki siga, at allir hesir kundar keypa hvørja viku.

– Danski privatkundamarknaðurin er øðrvísi enn tann føroyski. Føroyingar flestir hava eina stóra frystiboks, men flestu danir hava eitt lítið frystiskáp. Tað er ein avmarking, sum setur mark fyri, hvussu skjótt, vit kunnu vaksa, greiðir Kaj Otto frá.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder