Innanlands

Norðhavnin verður longd við tunnilsgróti

Ætlanin er, er grótið frá tunlunum norð um fjall skal nýtast til at leingja Norðhavnina við 300 metrum. Í løtuni er havnin 317 metrar long

Heimasíðan klaksvik.fo skrivar í dag, at grótið úr tunlunum skal nýtast at leingja Norðhavnina í Ánunum við 300 metrum - nærum tvífalt so long sum hon er nú. Eftir ætlan skal økið verða 100 metrar breitt (Mynd: klaksvik.fo)

Heimasíðan klaksvik.fo skrivar í dag, at grótið úr tunlunum skal nýtast at leingja Norðhavnina í Ánunum við 300 metrum - nærum tvífalt so long sum hon er nú. Eftir ætlan skal økið verða 100 metrar breitt (Mynd: klaksvik.fo)

2024-02-29 16:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arbeiðið við at koyra grót frá tunlunum norð um fjall í Norðhavnina er byrjað. Í fyrstu syftu hevur tað verið goymt í Árnafirði, men grótið skal ikki verða liggjandi har.

Klaksvíkar kommuna ætlar at nýta tað til nakað, sum er umráðandi fyri kommununa og vinnuna.

Norðhavnin í Ánunum er karmur um nógv virksemi. Í løtuni er hon 317 metrar long, men eftir ætlan skal hon nærum tvífaldast í longd.

Heimasíðan klaksvik.fo skrivar í dag, at grótið úr tunlunum skal nýtast at leingja Norðhavnina í Ánunum við 300 metrum. Eftir ætlan skal økið verða 100 metrar breitt.

- Grótið hevur annars verið goymt í Árnafirði, til arbeiðið við tunlunum var komið so mikið langt, at grótið kundi koyrast gjøgnum nýggju tunlarnar, soleiðis at hetta ikki ávirkaði ferðsluna í verandi tunlum.

[object Object]
(Mynd: klaksvik.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder