Mentan

Nordic Saxophone Collective spælir konsertir í Føroyum

Í kollektivinum eru 10 yrkis-saksofonleikarar úr øllum Evropa – Fyrsta konsert teirra verður seinapartin 24. juni í Norðurlandahúsinum

2021-06-24 07:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni vitjar Nordic Saxophone Collective í Føroyum við einari manning á 10 yrkis-saksofonleikarum úr øllum Evropa fyri at spæla konsertir í samstarvi við Summartónar. Umframt hetta fer kollektivið at halda verkstovur fyri saksofonnæmingum og musikkskúla-miðnámsnæmingunum úr musikkskúlunum kring landið.

Konsertirnar hjá Nordic Saxophone Collective verða í Norðurlandahúsinum í dag, 24. juni klokkan 15, og í Christianskirkjuni í Klaksvík í morgin, 25. juni klokkan 19.30 - báðar konsertirnar eru ókeypis. Harafturat spælir kollektivið grottukonsert týsdagin 29. juni, og luttaka á jazzkvøld á Hvonn sama kvøld saman við Rógva á Rógvu (trummur), Bárður Poulsen (bass) og Kristian Paula Ellefsen (klaver).

Til konsertirnar í Norðurlandahúsinum og í Christianskirkjuni verður skráin hendan:

  • Carl Nielsen - opus 1 (útsett fyri saksofonoctet av Kevin Shen og Nathanael Wetterud)
  • Eli Tausen á Lava - +- (skrivað til Nordic Saxophone Collective)
  • Finnur Karlsson - Collagen (skrivað til Nordic Saxophone Collective)
  • Tze Yeung Ho - Det Blåser en Kald Vind (skrivað til Nordic Saxophone Collective)

Um Nordic Saxophone Collective

NSC er ein felagsskapur, ið varð stovnaður í 2019 í Aarhus í Danmark. Kollektivið stendist av saksofonistum, saksofonlærarum og næmingum í Norðurlondunum, ið deila sama eldhuga og framsøkni fyri saksofonina og norðurlendska samtíðartónleikin. NSC strembar eftir at víðka um og menna áhugan og vitanina fyri norðurlendska saksofon-tónleikin í heimlondunum hjá limunum - umframt at vísa á henda samtíðartónleik fyri restina av verðini.

NSC hugsavnar seg um útbúgving, samfelagsáhuga, gransking og menning av næsta ættarlið av áhoyrarum, listafólkum og tónaskøldum. Við hesum í huga, strembar kollektivið eftir at framføra norðurlendskan tónleik á hægsta støði fyri áhoyrarar. Harumframt strembar NSC eftir at skapa kervi millum saksofonistar, tónaskøld og áhoyrarar, har dentur verður lagdur á hugvekjandi samrøður, innlit og eina kenslu av felagsskapi í Norðurlondunum.

Í Nordic Saxophone Collective eru:

  • Kristina Thede Johansen (FO)
  • Anja Nedremo (NO)
  • Henriette Jensen (DK)
  • Laura Johansen (DK)
  • Anna Magnusson (SE)
  • Vera Georgieva (SE)
  • Ita Nagode (Slovenia)
  • Koenraad Van de Velde (Belgia)
  • Joaquín Duran Rincon (Spania)
  • Yuhuan Zhou (Kina)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder