Innanlands

Nordic Smart City Network havt framløgu av netverki

Tað fevnir um tjúgu býir - harav Tórshavn sum hesuferð er vertsbýir - ið hava sum endamál at granska og skapa loysnir fyri burðadyggari menning innan netverk. Samstarvið hevur virkað síðan 2018, og fleiri felags skipanir eru mentar

Havnin er partur av samstarvinum og er hesaferð vertur fyri eini ráðstevnu og eini framløgu av netverkinum. Myndin er tikin í morgun, tá avvarðandi partar vitjaðu borgarstjóran

Havnin er partur av samstarvinum og er hesaferð vertur fyri eini ráðstevnu og eini framløgu av netverkinum. Myndin er tikin í morgun, tá avvarðandi partar vitjaðu borgarstjóran

2022-04-07 15:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

The Nordic Smart City Network er eitt samstarv millum fimm Norðurlond og umleið 20 norðurlendskar býir, við einum og sama endamáli at granska og skapa loysnir fyri burðadyggari menning innan netverk.

Norðurlendsku býirnir hava sera nógvar felags avbjóðingar, so sum opna atgongd til øll data, har tann einstaki hevur fría atgongd og aktivan leiklut. Samstarvið gongur millum anað út uppá at gera innovativar loysnir á hesum økinum.

Hesir 20 býirnir hava umleið 5,3 miljónir íbúgvar. Sosialu skipaninar líkjast, vælferðar- og vakstrarskipaninar líkjast. Samstarvið hevur virkað síðan 2018, og fleiri felags skipanir eru mentar.

Havnin er partur av samstarvinum og er hesaferð vertur fyri eini ráðstevnu og eini framløgu av netverkinum. 

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder