Innanlands

Norðingar og suðringar velja meira lokalt

Spyr.fo: Fyri veljarar í høvuðsstaðarøkinum hevur lokala tilknýtið hjá valevnunum minni týdning

Frá veljarafundinum í Salt mikukvøldið (Síggjamynd: KvF)

Frá veljarafundinum í Salt mikukvøldið (Síggjamynd: KvF)

2019-08-23 14:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað hevur ikki týdning fyri veljararnar í høvuðsstaðarøkinum at velja eitt valevni úr høvuðsstaðarøkinum í Løgtingið. Men fyri veljarar í serliga Norðuroyggjum og suðurøkinum, hevur tað týdning at tað er eitt umboð úr teirra øki, sum fær krossin.

Hetta vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin fyrr í vikuni.

Spurt var fyrst: ”Hvat hevur týdning fyri, hvønn tú velur til løgtingsvalið?”, og síðan vóru fýra útsøgnir, har veljarin skuldi velja 1-5 alt eftir um tey vóru samd ella ósamd.

Her vísir tað seg, at persónligi hugburðurin hjá valevninum hevur størsta týdning tá krossurin skal setast. Næststørstur týdningur verður lagdur í, at valevnið umboðar sama øki í landinum, sum veljarin.

Hinir báðir møguleikarnir hava minni týdning. Teir snúgva seg um at kenna valevnið persónliga og einstak mál fram um hvat flokkurin annars stendur fyri.

Norðingar og Suðringar vilja atkvøða eftir lokalum tilknýti

Spyr.fo hevur eisini hugt eftir, hvønn týdning lokala tilknýtið hjá valevninum hevur í mun til hvar í landinum veljarin býr.

Og her vísir tað seg, at veljararnir í Norðuroyggjum og í suðurøkinum (t.e. Suðuroy og Sandoy) leggja stóran týdning í at velja eitt lokalt umboð. Fyri Norðurstreymoy/Vágar og fyri Eysturoy er týdningurin av hesum yvir miðal, meðan hann er undir miðal fyri tey, sum búgva í Suðurstreymoy, og harvið eru veljararnir í høvuðsstaðarøkinum teir veljarar, ið leggja minst í lokala tilknýti hjá tí valevni tey seta krossin fyri.

Les eisini: Valsendingarnar hava størsta ávirkan á hvar krossurin verður settur 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder