2020-03-05 14:22
Orkestrið Norðljómur letur fríggjadagin upp dyrnar í Mentanarhøllini á Eiði. Hugni, myndir, konsertir við einstaklingum, bólkum og orkesturum er á skránni.
Konsertirnar byrja kl. 17 við klavertónleiki, síðan verður gittartónleikur, saksofon og floyta, klarinett og messingtónleikur.
Eisini fær Norðljómur vitjan úr Nes sóknar musikkskúla og um kvøldið er konsert við Nes sóknar Skúlaorkestri, Norðljómi, Nevada og Eiðis Ljómfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald