Innanlands

Norðlýsið um at vera klárt at flota aftur

Skipið verður væntandi flotað komandi mánadag

2021-02-08 17:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú er arbeiðið við at umvæla seglskipið Norðlýsið komið so mikið langt, at fyrireikingar eru gjørdar at flota skipið aftur.

[object Object]

Eftir ætlan fer Norðlýsið á sjógv aftur komandi mánadag. Tá eru farnir 385 dagar síðan skipið varð drigið upp.

Nýggjur motorur, ein Volvo Penta er settur í skipið, aksil og skrúva er komin í og frammi í stevninum er eisini komin ein sterk bógskrúva, sum fer at gera tað munandi lættari at mannirera skipið

Tá skipið er komið á sjógv aftur og liggur trygt við kei, fer Nicolai Falck undir sín part av arbeiðinum, sum er at gera skipið liðugt innan. Samstundis verður nýggjur rigningur uppsettur og spildurnýggju seglini setast undir. 

Sí grein í Blaðnum Vikuskifti um Norðlýsið: Skal vera eitt upplivingartilboð fyri bæði ferðafólk og føroyingar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder