
Skonnartin Norðlýsið, sum herfyri varð flotað aftur eftir umfatandi umvælingar, stevndi í vøkru lýsingini í morgun norður gjøgnum Sundalagið til Oyrar, har arbeiðið upp á skipið nú verður gjørt liðugt.
Síðan Norðlýsið varð flotað hevur eitt sindur at arbeiði verið við at finna ein leka, og tí mátti skipið takast uppaftur á beding eina løtu. Lekin var funnin, og skipið flýtur nú trygd.
Í gjár vórðu mastrarnar settar í, og í morgun stóð nýggi motorurin so sína roynd, tá Norðlýsi stevndi niðan Nólsoyarfjørð við kós móti Oyri við eigaranum, Hans Andrias Kelduberg sum skipara.
Við á túrinum vóru eisini Jonathan Miranda, dekkari, og Eyðun Egholm, chiefur.
Á Oyri fara Nicolaj Falck og Hjálmar Dam at gera skipið liðugt innan, eins og rigningur og segl skulu fáast upp á pláss.
Norðlýsið verður aftur á sínum fasta plássi undir Bryggjubakka tann 1. apríl, skrivar heimasíðan hjá skipinum, sum eitur tn24.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald