Í Noregi er løgreglan við at avdúka eitt mál, har 263 børn í aldrinum 9 til 13 ár hava verið útsett fyri valdsgerð av einum manni í fýratiárunum.
NRK skrivar, at í flestu førum er talan um dreingir, sum maðurin hevur fingið samband við gjøgnum telduforritini Skype og Omegle.
Um 220 av børnunum eru norsk, meðan hini eru úr øðrum Norðurlondum. Dreinirnir trúðu, at teir kjattaðu við eina gentu, sum var eitt ella tvey ár eldi enn teir. Skuldsetti maðurin hevur verið dugnaligur til at brúka ungdómsmál.
Málið byrjaði tá mamma ein tíggju ára gamlan drong frá Trøndelag í november 2017 hoyrdi eina genturødd í kamarinum hjá soninum um songartíð.
- Eg fór innar í kamarið og fann útav, at hann hevði eina videosamrøðu á telefonini. Hann greiddi frá um 15-16 ára gomlu Stine, sum fjasaðist við fleiri dreingir. Men myndatólið á hennara telefon var í ólagið, so tað var bert sonur mín, ið sást, greiðir mamman frá fyri NRK.
Samrøðan snúði seg um tað kynsliga. Drongurin hevði sent fleiri nakinmyndir av sær sjálvum og hevði fingið rós afturfyri. Tá setti mamman seg í samband við løgregluna.
- Eg gjørdist óð, hugsaði um hvagar myndirnar av soninum vóru farnar og hvør persónurin í hinum endanum var. Børn er løtt at lumpa og hevði ein illgruna um, at tað ikki var eina tannáringagentu, sum hann tosaði við.
Løgreglan fann fram til ein mann í 40-árunum, sum varð handtikin í januar í fjør og síðan hevur verið fongslaður.
Tað var ein lætti fyri mannin at blíva uppdagaður, tí hann vildi út úr hesi bindinskapinum, hevur sakførarin hjá tí skuldsetta greitt frá.
Ákæruvaldið roknar við at hava ákæruna klára til rættarviðgerð nú í vár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald