Uttanlands

Norðmaður handtikin og ákærdur fyri njósning

Enn er óvist hvat slag av upplýsingum maðurin hevur latið Russlandi, skrivar NRK

Line Nygaard, norskur løgregluákæri (Mynd: EPA)

Line Nygaard, norskur løgregluákæri (Mynd: EPA)

2020-08-17 16:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norska trygdarløgreglan handtók um vikuskiftið ein mann, sum verður ákærdur fyri njósning við at avdúka ”statsloynidómar” fyri fremmandari makt.

Maðurin, ið er norskur, verður ákærdur eftir tveimum greinum í norsku revsilógini, ið kunnu geva ávikavist upp til trý og 15 ára fongsul.

Maðurin varð førdur til grundlógarhoyr í tingrættinum í Oslo seinnapartin.

Talan er um ein mann í fimmti-árunum. Ákærin sigur fyri NRK at maðurin hevur havt samband við ein russiskan njósnara.

- Vit hava handtikið ein mann í fimmtiárunum, ið er ákærdur fyri at hava latið upplýsingar til ein russiskan fregnartænastuyvirmann. Vit meta, at hetta kann hava gjørt munandi skaða á norsk áhugamál, sigur Line Nygaard, politiadvokatur við NRK.

Maðurin var handtikin á eini matstovu í Oslo uttan tað stóra hóvastáið, upplýsir advokaturin.

Nygaard upplýsir, at tað er bert hesin eini persónurin, ið er handtikin í málinum. Annars við ákæruvaldið ikki koma við fleiri upplýsingum.

Trygdarløgreglan ynskir mannin varðhaldsfongslaðan í fýra vikur.

Verjin hjá manninum upplýsir, at hann noktar seg sekan, og hevur tí kravt mannin leyslatnan.

NRK hevur fingið váttað, at maðurin var í starvi hjá DNV GL, Det norske Veritas.

Maðurin arbeiddi á einum øki, ið ger, at hann hevði atgongd til vitan um verjuídnaðin. Men enn er ógreitt um hetta hevur nakað við handtøkuna av manninum at gera, upplýsir kunningastjórin hjá Det norske Veritas.

Line Nygaard, ákæri, sigur við NRK, at talan kann veru um verjuloynidómar ella vitan um tilbúgving og undirstøðukervi. Hvat slag av loynidómum, talan verður um, verður verðandi ein partur av kanningini av málinum, sigur hon við NRK. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder