Innanlands

Norðoya Sparikassi 15,5 milliónir í avlopi

Grundraksturin í 2020 var merktur av hægri inntøkum og lægri útreiðslum

Mynd: Norðoya Sparikassi

Mynd: Norðoya Sparikassi

2021-03-29 20:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Úrslitið áðrenn skatt í 2020 var eitt avlop upp á 15,5 mió. kr. Sparikassin er nøgdur við avlopið og at grundraksturin er styrktur.

Grundrakstur styrktur
Grundraksturin í 2020 var merktur av hægri inntøkum og lægri útreiðslum. Inntøkurnar øktust við 4,9 mió. kr., meðan útreiðslurnar lækkaðu við 6,2 mió. kr. Útreiðslurnar í 2019 vóru ávirkaðar av stakútreiðslum í sambandi við sparikassans 100-ára hátíðarhald. 

Grundraksturin í 2020 hækkaði úr 8 mió. kr. upp í 19 mió. kr., sum er ein øking upp á 11 mió. kr.

Hóast árið 2020 varð merkt av Covid-19, so hevur ávirkanin á sparikassans kundar higartil verið avmarkað. Sparikassin hevur ikki staðfest beinleiðis tap av Covid-19, men hevur avsett 8 mió. kr. í sambandi við langtíðarárin og møgulig komandi tap.

Økt virksemi
Útlánini øktust úr 1.947 mió. kr. upp í 1.990 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 2,2 prosent. Innlánini øktust úr 2.403 mió. kr. upp í 2.469 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 2,8 prosent.

Áhugin fyri at seta pening í ábyrgdarfæ er framvegis stórur og í 2020 hækkaði samlaða ábyrgdarfæið úr 25,2 mió. kr. upp í 28,5 mió. kr. Hetta er ein øking upp á 3,3 mió. kr. ella 13,1 proent.

Gjaldføri og solvensur
Gjaldførið er gott. Við ársenda 2020 var lyklatalið fyri gjaldførið 277 prosent í mun til lógarkravda gjaldførið á 100 prosent.

Eisini solvensurin er góður. Við ársenda 2020 var solvensurin 22,6 prosent sammett við 21,7 prosent árið fyri.

Árligi umboðsráðsfundur sparikassans verður 15. apríl 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder