Innanlands

Norðoya Sparikassi 39 milliónir í avlopi í 2023

Avlopið upp á 38,7 milliónir er samanborið við árið frammanundan sum var 11,7 milliónir

2024-03-15 15:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Úrslitið eftir skatt í 2023 var eitt avlop upp á 38,7 mió. kr. samanborið við 11,7 mió. kr. árið frammanundan. Framgongdin stavar í høvuðsheitum frá øktum rentuinntøkum grundað á hægri rentustøði og vaksandi virksemi.

Sparikassin er nøgdur við gongdina í 2023. 

Vøkstur í virksemi
Útlánini øktust úr 2.043 mió. kr. upp í 2.182 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 139 mió. kr. ella 6,8 prosent.

Innlánini øktust úr 2.460 mió. kr. upp í 2.607 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 147 mió. kr. ella 6,0 prosent.

Ábyrgdarpeningurin øktist úr 34,3 mió. kr. upp í 36,6 mió. kr., ið svarar til eina øking upp á 2,3 mió. kr. ella 7,0 prosent. Mælt verður til at renta ábyrgdarpeningin við 5 prosent í 2023, og miðað verður eftir at renta ábyrgdarpeningin við 6 prosent í 2024.

Grundrakstur munandi styrktur
Grundraksturin varð munandi styrktur í 2023. Grundraksturin var 52,1 mió. kr. samanborið við 23 mió. kr. árið fyri. Hetta svarar til eina hækking upp á 29,1 mió. kr. ella 127 prosent.

Gjaldføri og solvensur
Sparikassin hevur gott gjaldføri og góðan solvens.

Lyklatalið fyri gjaldførið var 416 % í mun til lógarkravda gjaldførið á 100 prosent. Solvensurin var 29,7 prosent sammett við 27,1 prosent árið fyri.

Árligi umboðsráðsfundur sparikassans verður 21. mars 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder