Innanlands

Norðoya Sparikassi góðar 6 milliónir í avlopi fyrra hálvár 2022

Úrslitið áðrenn skatt fyrra hálvár 2022 var eitt avlop upp á 6,1 mió. kr. sammett við 10,4 mió. kr. sama tíðarskeið árið fyri

2022-08-26 15:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Úrslitið áðrenn skatt fyrra hálvár 2022 var eitt avlop upp á 6,1 mió. kr. sammett við 10,4 mió. kr. sama tíðarskeið árið fyri. 

Úrslitið fyrra hálvár 2022 er í stóran mun ávirkað av virðisjavnan av lánsbrøvum, har skjótt hækkandi rentustøðið hevur havt við sær lægri kursir á lánsbrøv. Harumframt er úrslitið ávirkað av, at sparikassin hevur afturført niðurskrivingar á útlán. 

Verður sæð burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, hevði sparikassin eitt avlop frá grundrakstrinum upp á 10,9 mió. kr. fyrra hálvár í mun til 10,6 mió. kr. sama tíðarskeið í 2021. 

Virksemi
Útlánini lækkaðu úr 2.025 mió. kr. niður í 2.001 mió. kr., sum svarar til eina lækking upp á 24 mió. kr. ella 1,2 prosent.

Innlánini hækkaðu úr 2.464 mió. kr. upp í 2.507 mió. kr., sum svarar til eina hækking upp á 43 mió. kr. ella 1,8 prosent.

Innlánsavlopið var 506 mió. kr. fyrra hálvár 2022.  

Solvensur og gjaldføri
Solvensur sparikassans er góður og hevur verið støðugt hækkandi seinnu árini. Solvensurin var 26,2 prosent pr. 30. juni 2022 í mun til 23,1 prosent árið fyri. 

Gjaldførið er eisini gott. Lyklatalið fyri gjaldførið var 340 prosent pr. 30. juni 2022. Lógarkravda gjaldførið er í minsta lagi 100 prosent.

Negativ renta hjá privatkundum strikað 1. september 2022
Sum áður fráboðað hækkar rentan 1. september 2022. Hjá privatkundum hækkar útlánsrentan við upp til 0,40 %-stig og negativa rentan av innlánum verður strikað. Rentan hjá vinnukundum hækkar við upp til 0,50 %-stig bæði fyri inn- og útlán. 

Yvirlit við rentustigum verður kunngjørt á heimasíðu sparikassans www.ns.fo, tá ið hækkingin er komin í gildi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder