2023-08-10 14:22
27. juli hækkaðu Evropeiski Miðbankin og Danski Tjóðbankin enn einaferð leiðandi rentuna, og tí hækka inn- og útlánsrentur í Norðoya Sparikassa eisini, boðar bankin frá í tíðindaskrivi.
Útlánsrentur hækka við upp til 0,25 %-stigum og innlánsrentur hækka við upp til 0,50 %-stigum fyri bæði privat- og vinnukundar.
Sambært Norðoya Sparikassa koma broytingarnar í gildi 20. september. Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans, www.ns.fo, verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald