Úrslitið hjá Norðoya Sparikassa eftir skatt fyrra hálvár 2019 var eitt avlop upp á 7,9 milliónir krónur sammett við 5,0 milliónir krónur sama tíðarskeið í 2018.
Sparikassin 100 ár
Tann 24. septembur í ár verður sparikassin 100 ár. Alt árið verður hetta hátíðarhildið við tiltøkum.
Startskotið til 100-ára haldið var krúnprinsavitjanin í august mánaði í fjør, tá Fríðrikur, krúnprinsur, og Mary, krúnprinsessa, løgdu leiðina inn í Norðoya Sparikassa, har tey hoyrdu um 100-ára søgu og virksemi sparikassans.
Sparikassin hevur síðani krúnprinsavitjanina hildið á við at markera 100-ára haldið.
Nevnast kunnu tiltøk sum Torradagarnir í Klaksvík, har sparikassin var partur av ymsum tiltøkum, stóra morgunmatarborðið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og tiltakið Ein dagur á grynnuni í Havn, har sparikassin borðreiddi við fiskasuppu í Perluni.
100-ára hátíðarhaldið endar við serligum tiltaki fyri ábyrgdarum, viðskiftafólki og almenninginum í ítróttarhøllunum í Klaksvík leygardagin 28. septembur 2019.
Virksemið fyrra hálvár 2019
Útlánini hjá sparikassanum øktust fyrra hálvár úr 1.886 milliónum krónum til 1.943 milliónir krónur, ið svarar til ein vøkstur á 3,0 prosent.
Innlánini øktust úr 2.302 milliónum til 2.350 milliónir krónur, ið svarar til ein vøkstur á 2,1 prosent. Innlánsavlopið var 407 milliónir krónur pr. 30. juni 2019.
Gjaldføri og solvensur
Gjaldførið er gott. Pr. 30. juni 2019 var yvirdekningurin sammett við lógarkravið 161 prosent.
Eisini solvensurin er góður. Pr. 30. juni 2019 var solvensurin 20,4 prosent, meðan individuelli solvenstørvurin var 10,7 prosent.
Samanumtikið er sparikassin nøgdur við gongdina higartil í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald