2024-06-22 13:31
Norðoya Sparikassi lækkar nú eisini renturnar, eftir at danski Tjóðbankin fyrr í hesum mánaðinum lækkaði leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum.
Útlánsrentur lækka við upp til 0,25 prosentstigum fyri bæði privat- og vinnukundar.
Innlánsrentan á kontum við uppsøgn verða óbroyttar, meðan innlánsrentan á kontum uttan uppsøgn lækka við upp til 0,25 prosentstigum, boðar Norðoya Sparikassi frá í tíðindaskrivi.
Broytingarnar koma í gildi 26. juli, og rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald