Innanlands

Norðoya sparikassi skal gera tillagingar í sambandi við hvítvasking

Fíggjareftirlitið hevur verið á hvítvaskeftirliti í Norðoya sparikassa, sum tekur frágreiðingina til eftirteknar og ger neyðugar tillagingar

(Savnsmynd: Norðoya Sparikassi)

(Savnsmynd: Norðoya Sparikassi)

2022-10-28 10:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fíggjareftirlitið var í mai í ár á eftirlitsvitjan í sambandi við mannagongdir sparikassans at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.

Í frágreiðingini frá vitjanini verður staðfest, at váðin fyri at sparikassin verður misnýttur til hvítvask og fígging av yvirgangi er á sama støði sum hjá øðrum peningastovnum, ið sparikassin kann sammetast við. Harumframt staðfesti Fíggjareftirlitið, at sparikassin skal endurskoða váðameting og betra um politikkir og mannagongdir innan hvítvaskøkið. 

Sparikassin tekur frágreiðingina til eftirtektar og ger neyðugar tillagingar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder