Mentan

Norðoyastevnan verður á netinum í ár

Leygarkvøldið frá klokkan 19 til 23 verður serlig Norðoyastevnusending á Rás 1 og á netinum

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2020-06-05 18:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygarkvøldið frá kl. 19 til 23 verður møguligt at síggja eina heilt serliga norðoyastevnusending á Rás 1 hjá televarpinum og heimasíðunum hjá Klaksvíkar kommunu og Kringvarpi Føroya.

Sent verður beinleiðis frá stásliga skúlabygninginum á Skúlatrøð, har gestir koma á gátt. Eisini vera reportasjur gjørdar úr býnum, tónleikarar spæla live og Klaksvíkar sjóleikarfelag hevur gjørt aktuelt norðoyastevnuskemt til sendingina.

Skrúðgonga, hornblástur og røður er eisini fastur táttur á norðoyastevnu, og verður tað eisini ein partur av sjónvarpssending. Høvi verður at hoyra og síggja so frægar røðarar sum Solby Christiansdóttir og Símun Absalonsen, ið uttan iva fara at hugtaka okkum og geva okkum eina kenslu av norðoyastevnuhugna.

Seinasta innslagið í sendingini verður ein stór sangløta við Halluri Joensen og øðrum. Í hesum sambandi er eitt sangheftið borðið út til øll húsarhald í Klaksvíkar kommunu, men kann eisini takast niður her, og á heimasíðuni og facebook síðuni hjá Klaksvíkar kommunu.

Sangheftið kann takast niður her.

Leinkjan til stroymingina verður at finna á klaksvik.fo, men ber eisini til at síggja sendingina á Rás 1 hjá televarpinum og á heimasíðunum hjá Kringvarpi Føroya og R7.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder