2021-11-18 15:26

Fyri løtu síðani kunngjørdi Føroya Politi, at Norðoyatunnilin í løtuni er stongdur.
Orsøkin er eitt minni ferðsluóhapp, har eingin persónsskaði er.
Fyrst varð fráboðað at tað fór at verða koyrandi aftur áleið ein tíma seinni, men fyri nøkrum minuttum síðani - klokkan 15.21 sendi vaktleiðarin boð út um, at væntandi er tunnilin opin aftur um hálvan tíma
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald