2019-10-16 15:50
Arbeiðið at gera nýtt vinnuøki sunnan fyri bátahylin á Borðoyarvík kemur at ávirka ferðsluna gjøgnum Norðoyatunnilin.
Tunnilsfelagið boðar á heimasíðu síni í dag frá, at neyðugt verður – av trygdarávum – at steingja tunnilin meðan sprongt verður fyri vinnuøkinum nærhendis.
Tað er J. & K. Petersen, sum stendur fyri arbeiðinum at gera vinnuøkið á Borðoyavík fyri Klaksvíkar kommunu.
Tunnilsfelagið roknar við, at tunnilin verður stongdur í umleið 10 minuttir hvørja ferð sprongtverður. Roknast skal við umleið 25 spreingingum næstu tíðina.
Fyrsta spreingingin verður væntandi í morgin, hósdagin 17. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald