Í seinastuni hevur ymiskt arbeiði verið í undirsjóvartunnlum, og nú boðar tunnil.fo frá, at Norðoyatunnilin verður stongdur fyri ferðslu komandi næturnar.
Hetta er galdandi frá í kvøld, 22. november, til fríggjamorgun 25. november - allar nætur frá 22 til 06. Ferðslan verður tó leidd gjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02 og 04
Talan er um eina vælkenda skipan, tá arbeiði skal gerast í tunnlinum, og sambært tunnil.fo verður hendan nýtt næsta mánaðin, tí ljósini skulu skiftast, og vifturnar umvælast.
- Í samband við at farið verður undir at skifta ljósini og umvæla vifturnar Norðoyatunlinum, verður tunnilin stongdur hvørja viku fram til jólar, frá sunnukvøld til fríggjamorgun frá kl. 22.00 á kvøldi til kl. 06.00 á morgni. Ferðslan verður leidd ígjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02 og 04.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald