2020-10-05 09:25
Í sambandi við ferðsluóhappið, sum var í Norðoyatunlinum í morgun, boðar løgreglan frá, at tunnilin er stongdur í løtuni.
Talan var um ein bil, sum rendi á ein vegg í tunlinum, men førarin fekk ongan skaða, verður upplýst.
Í fráboðan á Facebook skrivar løgreglan, at tunnilin væntandi letur upp aftur umleið klokkan 9.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald