
Í gjárkvøldið vórðu fleiri, sum ætlaðu sær gjøgnum Norðoyatunnilin eftir klokkan 22, heldur kløkk, tá forðing var fyri, og tað blinkaði reytt.
Tað vísti seg, at tunnilin var stongdur, tí tað er hann nakrar nætur hesa vikuna.
- Vegna arbeiðið er Norðoyatunnilin stongdur fyri ferðslu hvørja nátt, frá í kvøld 29. nov. kl. 22.00 til fríggjamorgun 3. des. kl. 0600. Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin kl. 24.00, 02.00 og kl. 04.00.
Hesa kunningina kom tunnil.fo út við í gjár. Harvið verður stongt millum 22 og 06 í kvøld, í morgin og hósdagin - frá fríggjamorgni klokkan seks er opið sum vanligt í eina tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald