Innanlands

Norðoyingar peika á Beinir sum løgmann

Formaðurin í Sambandsflokkinum er framvegis tann føroyski floksformaðurin, sum flest føroyingar vilja hava til løgmann, men undirtøkan fyri Beini Johannesen er vaksandi

Beinir Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-02-10 17:47 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Formaðurin í Sambandsflokkinum er framvegis tann føroyski floksformaðurin, sum flest føroyingar vilja hava til løgmann.

Tað vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti og Portalin í hesi vikuni.

Bárður á Steig Nielsen fær undirtøku frá 28,0 prosentum.

[object Object]Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)

Merkisvert er, at næstan helmingurin av veljarunum í Norðoyggjum, 47 prosent, halda at Beinir Johannesen skal vera løgmaður. Í høvuðsstaðarøkinum vilja tey flestu hava núverandi løgmann, meðan Bárður á Steig Nielsen er best dámdur í restini av landinum, t.v.s. í Eysturoynni, í Vágum og Norðurstreymi og í Suðuroy og Sandoy.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder