Ímóti endanum av desember og í januar hevur javnan verið nógvur vindur í Føroyum. Hetta hevur millum annað havt við sær, at samferðslan hevur verið darvað.
Í løtuni herjar ein stormur - ein lítil ódn - í norðara parti av Evropa. Bretar hava nevnt hann "Storm Ciara", og hann hevur serliga ávirkan á Stórabretland, Írland, Holland, Týskland og Danmark. Eitt lágtrýst, við sera kaldari luft frá Kanada og sera heitari luft frá USA blandaðari saman, hevur rakt saman við einum sokallaðum "jet stream". Hetta kann geva eina ógvusliga vindstyrki.
Í dag er heilt nógvur vindur ymsastaðni í Bretlandi. Tað er hvassur stormur, og væntast kann upp í 40 m/s í hvirlunum. Hetta hevur havt ymiskar vindskaðar við sær, og samferðslan er tarnað, millum annað fleiri túrar úr Galwick og Heatrow. Eisini er Premier League-dysturin, sum skuldi verða leiktir í Manchester millum City og West Ham, útsettir orsaka av "sjáldsama ógvusligum veðrið" og ótta fyri trygdini hjá áskoðarum og leikarum.
Í Hollandi og Týsklandi eru eisini dystir í bestu deildunum (Eredivise og Bundesligaini) útsettir, og vindurin ávirkar millum annað nógv tok í Týsklandi.
Tað er stormávaring fyri fleri støð í Danmark í dag (Mynd: tv2.dk)
Í Danmark eru, eins og í Bretlandi, høgar aldur í støðum. Nú seinnapartin er serliga vestari partur av Jútlandi raktur - út ímóti Vesturhavinum - av hvøssum stormi. Tað var nær við at ganga galið hjá einum barni og mammu sínu í Norðurjútlandi, ið við molan brádliga vórðu tikin av einari aldu. Tey vórðu bjargaði á land aftur. Eitt bjargingarfólk á Júltandi hevur fingið skaða.
Á brúnni um Lítlabelt er ein trailari koppaður, kampingvognar eru koppaðir, á Fjóni og í Jútlandi eru trøð koppaði, tok eru avlýst, ferjur eru avlýstar, og SAS hevur eisini avlýst nakrar flogferðir. Vindurin fer at halda fram at herja ígjøgnum dagin, og út ímóti kvøldi rakar hann harðari á Sælandi, har tað longu nú hoyrist og merkist meira vindur enn vanligt.
Meira kann lesast og síggjast um støðuna á millum annað TV2, BBC og CNN.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald