Uttanlands

Norðurírar taka ikki undir við Brexit-avtaluni

Undirtøka frá stuðulsflokkinum DUP er neyðug fyri at fáa eina avtalu samtykta í bretska tjóðartinginum

Nigel Dodds og Arlene Foster, politiskir leiðarar í konservativa norðurska DUP-flokkinum (Mynd: EPA)

Nigel Dodds og Arlene Foster, politiskir leiðarar í konservativa norðurska DUP-flokkinum (Mynd: EPA)

2019-10-17 10:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

 

Í løtuni bendir alt á, at konservativa bretska stjórnin ikki fær undirtøku frá norðurírska stuðulsflokki sínum, DUP, um uppskotið um eina brexit-avtalu við ES.

Tað skrivar floksforkvinnan, Arlene Foster, á Twitter.

- Vit hava havt leypandi samráðingar við stjórnina. Í verandi løtu kunnu vit ikki stuðla tí, sum verður skotið upp á tolløkinum, og tað er eisini ógreiða viðvíkjandi meirvirðisgjaldinum, skrivar hon.

DUP er tó framvegis sinnað til at halda fram við samstarvinum við stjórnina í royndini at fáa ”eina skilagóða avtalu í lag, sum virkar fyri Norðurírland, og verjir bretska sjálvræðisrættin”.

Dagurin í dag er avgerandi fyri viðurskiftini millum ES og Stórabretland. Bretland hevur ætlanir um at fara úr samveldinum 31. oktober, og tí dag hittast tey 27 ES-longini fyri at viðgera uppskotið, sum sigst liggja næstan klárt eftir samráðingar í fleiri dagar millum ES og Bretland.

Men norðurírski flokkurin, DUP (Democratic Unionist Party) spælir eisini ein týðandi leiklut fyri at fáa avtaluna samtykta í bretska tjóðartinginum.

Í undanfarnum atkvøðugreiðslum hava fleiri leiðandi konservativ tingfólksagt, at áskoðanin hjá DUP hevur týdning fyri hvussu tey atkvøða um brexit.

Leygardagin savnast tjóðartingið at atkvøða um eina møguliga avtalu – um avtalan altso verður samtykt av hinum ES-londunum í dag.

Tjóðartingið hevur tríggjar ferðir fyrr atkvøtt ímóti liggjandi uppskotinum um eina brexit-avtalu. Tað var meðan Theresa May enn var forsætisráðharri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder