Italia, og serliga Norðuritalia, er í løtuni besta dømi um, at sjúkrahúsverkið hann fara so at siga í knæ orsaka av koronavirusinum. Í Spania byrjar støðan at líkjast, men Italia er í løtuni tað landið í heiminum, ið er harðast rakt.
Seinasta samdøgrið eru 683 deyð við koronavirusinum í Italia - frá mánadegnum til týsdagin vaks talið við heili 743 fólkum. Samanlagt eru beint yvir 7,500 deyð við koronavirusinum í Italia, og Áleið 75.000 hava fingið staðfest smittuna
Tað er serliga í Lombardínum, at tað er heilt galið. Har eru áleið 40 prosent av deyðstilburðinum í landinum.
Italienskir miðlar skriva, at orsaka av mongu smittutilburðunum er bíðitíðin fyri at fáa ein sjúkrabil áleið sjey tímar, og at áleið níggju útav tíggju doyggja heima, á veg til sjúkrahús, ella á fyribils seingjarplássum í akutmóttøkuni.
Trýstið er snøgt sagt ov stórt - ov nógv eru álvarsliga sjúk í senn, og tað mangla pláss á inntensivu deild. Hetta váttar Margaret Harris, lækni og talskvinna fyri WHO, fyri danska TV2. Bert 13 prosent av teimum yvir 2100, ið eru deyð við koronavirusinum í Lombardínum koma í inntensivu deild. Tað gongur ov skjótt til at sjúkrahúsverkið kann fylgja við, sigur Harris, ið slær fast, at fleiri av teimum ið ikki doyggja í økinum eisini verða sera sjúk við høgum fepri og andadráttstrupulleikum orsaka av koronavirusinum
Tað eru júst andadráttstrupulleikar, ið eru deyðsorsøkin hjá teimum allarflestu, og hesi fáa ikki lívsneyðugu viðgerðina. Hetta váttar WHO, sum tó ikki upplýsir, hvussu nógv av teimum deyðu høvdu heilsutrupulleikar frammanundan.
Margaret Harris sigur eisini við danska TV2, at har eru myrkatøl - tað vil siga fólk sum doyggja heima við koronavirusinum, ið ikki verða skrásett - og at sjúkrarøktarfrøðingar og læknar fullkomiliga eru á yvirarbeiði og eru í stórum smittuvanda. Tølini hjá WHO vísa, at 14 prosent av starvsfólkunum í italienska heilsuverkinum eru smittaði, og 31 læknar við covid-19 smittuni eru deyðir.
Týska sjúkrahúsverkið hevur bjóðað Italia hjálp í stríðnum móti koronavirusinum, og nakrir sjúklingar eru fluttir úr Italia til Leipzig. Eisini Frakland fær týska hjálp.
---
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð við covid-19, veruliga eru deyð av hesum virusi. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini. Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald