Uttanlands

Norðurkorea avrættað ráðgevar eftir toppfund við USA

Sambært suðurkoreanskum miðli, hevur Norðurkorea givið fimm ráðgevum skyldina fyri, at toppfundurin millum Trump og Kim Jong-un miseydnaðist í februar

Donald Trump og Kim Jong-un (Savnsmynd: EPA)

Donald Trump og Kim Jong-un (Savnsmynd: EPA)

2019-05-31 16:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norðurkorea hevur, sambært suðurkoreanskum miðli, avrættað fleiri ráðgevar, eftir at einki kom burturúr seinasta toppfundinum millum Donald Trump og Kim Jong-un, skrivar Politiken.

Norðurkoreanska stýrið gav ráðgevum og serligum umboðsfólkum hjá landinum í USA skyldina fyri hetta.

Umboðsfólkini høvdu forhandlað við amerikanska sendimanninum, Stephen Biegun, áðrenn toppfundin í Hanoi. Tey vórðu ákærd fyri at hava njósnast fyri USA, og tí vórðu tey skotin til deyðis í floghavnini Mirim í norðurkoreanska høvuðsstaðnum, Pyongyang í mars.

Hesi fimm umboðsfólkini eru tó ikki tey einastu, ið vórðu revsað av Norðurkorea, tá toppfundurin var av.

Sambært suðurkoreanska miðlinum, er Kim Yong-chol, persónligur ráðgevi hjá Kim Jong-un, sum eisini hevði ábyrgdina av at fyrireika toppfundin saman við amerikanska uttanríkismálaráðharranum, Mike Pompeo, sendur í arbeiðslegu. Har skal hann gjøgnum ideologiska endurvenjing.

Eisini skal norðurkoreanski ráðgevin, Kim Sond-hye eitast at vera sendur í fongsulslegu.

Tulkurin hjá Kim Jong-un er eisini ákærdur fyri at hava umsett skeivt.

Toppfundurin millum Trump og Kim Jong-un endaði brádliga uttan úrslit. Báðir partar hava tó síðani sagt, at teir ynskja at halda fram við samráðingunum seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder