2018-06-28 12:52
Norðurkorea er í ferð við at útbyggja einasta kenda kjarnorkuverkið í landinum. Myndir vísa, at seinastu tíðina hevur verið arbeitt dúgliga við at økja um kjarnorkuverkið. Arbeiðsmenn hava bygt hús, grava veitir og lagt rør í jørðina.
Eftir toppfundin millum norðurkoreanska leiðaran Kim Jong-un og amerikanska forsetanum Donald Trump var annars vón um, at Norðurkorea fór at steðga við sínum kjarnorkuætlanum, skrivar TV2.
Men nú bendir alt á, at Norðurkorea útbyggir Yongbyon-anleggið, sum verður nýtt til at útvinna plutonium og at ríka uran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald